Vøruúrval

SKIFER


Skifer er natúrsteinur, brotin í stórum stykkjum og síðani kloyvdur til ta ynsktu tjúgdina. Tak-skifer er vanliga tjykkri og eisini í størri stykkjum. Skifer til klædning er vanliga um 10 mm tjúkt, og sum oftast í støddum sum til dømis 20x40 cm/30x60 cm. 

Av tí at steinarnir eru kloyvdir við meitli, kann mann rokna við eitt sindur av variatión í tjúgdini, men hetta leggur mann ikki merki til, annað enn at tað gevur eina vakra og eitt sindur varieraða yvirflatu.





Ymisk sløg av skifer

Tað mest vanliga er Graphite, sum er ein javnt myrkur steinur og er nógv tann mest brúkti.

Harafturat hava vit Gray og Colour, sum eru ávikavist gráir og gráir við meiri litspæli í steinunum. 


 

Uppseting / montering

  • Uppseting er sera einføld og krevur bert vanlig handamboð, so sum skrúvumaskinu og vinkulslípara við skeriskivu til stein, at skera flísarnar við. Verndarbrillur skulu altíð nýtast tá skorið verður í flísan.
  • Umskaring er 5 cm. Tað merkir, at um mann monterar 20 cm flísar, so skulu tað vera 15 cm ímillum listarnar (yvirkant til yvirkant av listanum
  • Skrúvur Vit brúka bara rustfríar skrúvur A4 4,0 x 40mm undirsenkaðar. Tað fara tvær skrúvur í yvirkantin á hvørjum steini, men næsti steinur fjalir skrúvurnar.

Um tú leitar eftir vøkrum og viðlíkahaldsfríum klædningi - send mær ein fyrispurning .... >